Góðu foreldur

SSP-Politiið hevur heitt á okkum í Runavíkar Skúla um at minna foreldur á at tosa við síni børn um atburð á netinum. Tað vísir seg, at samskiftið millum børn og ung kann fara av sporinum, soleiðis at ein happandi atburður verður ráðandi ímillum børnini og tey ungu. Tað vísir seg eisini, at børn og ung kunnu koma illa fyri við at taka myndir og senda út til onnur. Tað kann fáa øgiligar keðiligar fylgjur, um hesar verða misnýttar. Tosið um evnið heima.

 

Her eru nøkur góð ráð til foreldur frá Dátueftirlitinum:

Sum foreldur er tað ofta trupult at vita, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi spurninginum um børn á internetinum, og tí verða her nøkur góða ráð til foreldur endurgivin:
 

·         Góðtak at elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at vera, og tú kanst eins væl taka í hondina á barninum og leiða tað gjøgnum vandarnar á netinum. Vís vegin – eins og í ferðsluni.

·         Tosa við tey. Sum foreldur hevur tað týdning at hava áhuga fyri, hvat børnini gera, tá tey eru á netinum og at tosa við tey um tað fyri á henda hátt betur at skilja, hvat tey fáast við á netinum, og hvussu tey nýta fartelefonina.

·         Kunna teg og fylg við. Vitja tær síður, sum tey ungu vitja. Kjatta send ein sms, spæl við – royn sjálv. Vís áhuga í staðin fyri ótta, sum ofta kemur av vantandi kunnleika til hesar nýggju samskiftismøguleikar.

·         Lat vera við at seta forboð – men set ístaðin realistisk mørk. Ger t.d ein politikk fyri nýtslu av interneti, fartelefon, myndatólinum í telduni, spølum v.m saman við børnunum.

·         Minst til at forvitni og at royna, hvussu langt tú kanst fara, eru nátúrlig, og at tín ábyrgd ikki bara er at siga nei, men at vera tann vaksni, ábyrgdarfulli sparringspartnarin, tá mørk skulu roynast.

·         Lurta eftir børnunum, tá tey royna at taka teg við. Lurta eisini eftir tí, sum ikki verður sagt. Legg merki til broytingar í teirra atburði. Eru tey kedd ella stúrin?

 

Ella sagt við øðrum orðum:
Tosa saman. Besta keldan til kunnleika um, hvat títt barn ger á netinum, er barnið sjálvt. Tosa og lurta. Hvørjar síður vitja tey? Hvønn eru tey vinir við? Hvønn eru tey ikki vinir við? Hvat gera tey, um tey koma út fyri onkrum keðiligum ella ótespiligum á netinum, hvønn tosa tey tá við? Á hendan hátt fært tú ein betur kunnleika til on-line lívið, tey liva, og kanst betur hjálpa og stuðla teimum.

Lær tey um persónsvernd. Tosa við tey, um at tey hava ábyrgdina av tí, tey hava lagt út á internetið, eins og blaðstjórar hava ábyrgdina av tí, sum verður skrivað í bløðunum. Tað hevur stóran týdning, at tey hugsa seg væl um, hvørja ferð tey skriva um seg sjálvi ella onnur í kjatti, bloggum, heimasíðum og øðrum á netinum. Sama er galdandi fyri myndir. Tað er altíð ein góður skikkur at fáa samtykki frá tí, sum er á myndini, áðrenn hon verður løgd á netið. Ofta er hetta eisini eitt lógarkrav.
Tað hevur týdning, at tey fáa at vita, at ongin er anonymur á netinum og at vit øll lata elektroniskar slóðir eftir okkum. Slóðir, sum onnur kunnu nýta ella misnýta, um ein er óheppin. 

Kelda: http://strikameg.fo/00005/00061/

 

Vinarliga SSP-umboð skúlans

Beinta Berthelsen

GG!!!

Atgongumerkisølan til várveistluna verður hósdagin og fríggjadagin, í matfríkorterinum.

Atgongumerkini kosta 150kr stk og skal verða goldið kontant

takk fyri, heilsan 10. flokkur (:

Vika 12 - 2024

Mánadagur
18. mars
Týsdagur
19. mars
Mikudagur
20. mars
Hósdagur
21. mars
Fríggjadagur
22. mars

At hugsa um í mállæru og í stíli´:-)

Orðaflokkar

Góðu foreldur 
Runavíkar kommunuskúla hevur eina reglugerð fyri nýtslu av telefonum o.l. í skúlatíðini.  
Hesar reglur eru galdandi fyri allar næmingar skúlans.  
   
Í skúlanum:   
Um næmingurin hevur telefon ella onnur elektronisk tól við, skulu tey vera sløkt og liggja í taskuni.     
  
Í tímunum:   
Telefonin skal vera sløkt og liggja í taskuni.     
Um telefonin skal brúkast sum amboð, er tað lærarin, sum ger av, nær og hvussu, hon verður brúkt.  
  
Í fríkorteri, í matfríkorteri, í frítímum og til morgunsang:  
Eingin telefon er loyvd.   
  
  
Um reglurnar ikki verða fylgdar, verður telefonin tikin og løgd á skrivstovuna, har hon í samráð við foreldur verður avheintað.  
Næmingarnir hava sjálvir ábyrgdina av telefonum og øðrum elektroniskum útbúnaði. Skúlin heftir ikki fyri brot og burturmistar lutir.