Blandaðar myndir frá sep., okt. og nov. 21

Her er nakrar gamlar myndir frá t.d., tá vit flettu, høvdu evnisviku og vóru til eina søguløtu á bókasavninum við Løkin

Jólavættur

1. des. hevði onkur verið inni í okkara stovu ;)

Gulur fríggjadagur 3/12-21

Vit høvdu ein deiligan dag. Sum tit síggja, hava vit nakrar raskar mammur í flokkinum :) Ordiliga stuttligt, túsund takk fyri :) :) So vóni eg at tit vinna, koyr á NSÍ :)

Útiskúlin 11/2-2022

Vit høvdu ein frálíkan útiskúla fríggjadagin. Fyrst sletaðu vit eina løtu, nøkur børn hildu tað vera stuttligari at vassa. So fóru vit inn at eta matpakka, tá hevði Sjúrður hitað kakao, so vit fingu kakao og skumfidusar omaná. Ein deiligur dagur :)

Fastalávint 28/2-2022 - 1.b

Ein deiligur dagur dag, har øll vóru grýluklødd :)

Sjónleikur 2/4-22 - 1.b

Í dag vóru vit boðin til leik úti í Løkshøll. Tað vóru næmingar í 10. fl. í Runavík og á Toftum sum spældu. Tey dugdu sera væl at spæla :)

Fjørutúrur 28/4-22

Í dag fóru vit ein lítlan túr oman á Glyvra strond. Nøkur børn hugnaðu sær á fjøruni, og onnur á sandinum. Her eru nakrar deiligar myndir :)

Vit telva - 5. mai 22

Her eru nakrar myndir frá eina ferð vit telvaðu. Vanliga telva vit hósdag, og børnini eru sera røsk at telva.

Hey góðu foreldur - 6. mai 2022

Tað riggaði so væl at svimja við børnunum. Tit skuldu sæð smílini, tá tey komu inn í høllina :) Tey hugnaðu sær óført. Vit svumu so leingi, at vit høvdu bara 15 min. at ganga niðan til mín og eta matpakka, og so yvir aftur á parkeringsplássið, so vit blivu nakað sein. Gott við tolnum foreldrum :)

Tíverri tók eg onga mynd :/

Vit takka fyri, at tit kundu koyra, og tykkum sum meldaðu tykkum til, men ikki sluppu. 

Konsert - 16. mai 22

Í dag vóru vit boðin á konsert úti í Løkshøll, har Løkin band og ein danskur bólkur framførdi. M.a. framførdi tey onkra sang hjá Michael Jackson. Vit takka fyri eina góða konsert.