Skúmskreiðing og djóradagur á Glyvrum

Hendan síðsta vikan í skúlaárinum verður brúkt til ymiskt. Í dag var tað so dagurin hjá 3.flokki at skipa fyri. Siðvenja hevur í fleiri ár verið, at 3.flokkur sleppur at skipa fyri einum djóradegi, t… Les meira »

Seinasta skúlavika á Glyvrum

Viðfest er skráin fyri seinastu skúlavikuna á Glyvrum. Seinasta vikan summar 2017.pdf Les meira »

Garðdagurin 2017

Aftur í ár riggaði garðdagurin á Glyvrum sera væl.  Fitt av foreldrum og børnum møttu at hampa og fríðka um skúlagarðin. Sum undanfarin ár, so var størsta takið at mála bæði tað, ið fyrr er málað, og… Les meira »

Lesi- og rokniskeið í Glyvra skúla.

Seinastu 14 dagarnar hava vit í Glyvra skúla havt lesi- og rokniskeið. Í stuttum er at siga um hetta skeið, at vit í tvær vikur bert hava hugsavnað okkum um føroyskt og rokning. Allar aðrar lærugreina… Les meira »

Tíðindabræv 17. juni 2016

Hesa vikuna hava vit havt ordiliga gott veður, so vit hava verið nógv úti og spælt. Vit hava verið á vøllinum, spælt í skreiðibananum og rørinum, hoppa band og lastikk, heinta blómur og spælt við tey… Les meira »

Seinasta skúlavikan á Glyvrum

Tíðin gongur skjótt, og nú er seinasta vikan í skúlaárinum 2015/2016 longu beint fyri framman. Ta seinastu vikuna fara vit at gera alt møguligt stuttligt, spennandi og læruríkt. Ilt er at gera eina ne… Les meira »

Tíðindabræv 10. juni 2016

Í dag er ruddingardagur í Runavíkar kommunu, og tí hava vit verið úti og ruddað rundanum skúlan, í bønum og uppi á fótbóltsvøllinum. Vit funnu nógv rusk: blikk, sunkist, koppar, eina húgvu, glasfløsku… Les meira »

Tíðindabræv 3. juni 2016

Tíðindabræv 3. juni 201603-06-2016 Hesa vikuna hevur verið sera gott veður, og vit hava verið nógv úti. Vit hava spælt, verið á vøllinum, hava lært, hvussu mann hoppar lastikk o.a. Vit hava eisini et… Les meira »

Tíðindabræv 27.05.2016

Tíðindabrævið 27.05.2016 Hesa vikuna hava vit verið nógv úti, í samband við at tað er útivika. Vit vóru ein túr í fjøruni, bæði Uppistova og Niðristova. Har funnu vit nógv spennandi, t.d. eina sandsla… Les meira »

Tíðindabræv 20. mai 2016

Hesa vikuna eru tað børnini í Uppistovu, sum hava sagt, hvat vit skulu skriva í tíðindabrævið.Vit hava hugt eftir sjónleiki í Løkshøll. Tað vóru børn úr 5. flokki, sum spældu sjónleikin. Sjónleikurin… Les meira »

Til foreldur og avvarðandi

Góðu foreldur og avvarðandi. Glyvrar 12. mai 2016 Sum vit fyrr hava tosað og skrivað um, so er ein av tonkunum við forskúlanum, at vit so líðandi nærkast skúlanum við øllum tí, ið tað inniber. Við hes… Les meira »

Tíðindabræv 13. mai 2016

Hesa vikuna vóru vit til 1-1-2 dag á Skála. Tað var týsdagin. Vit fóru við tveimum bussum. Vit vóru í politibilinum, sløkkiliðsbilinum, sjúkrabilinum, tyrluni og á motorsúkkluni. Vit hoyrdu eisini um… Les meira »

Kristi himmalferðardagur og 6. mai eru frídagar

Hósdagin 5. mai er Kristi himmalferðardagur. Fríggjadagin 6. mai hevur skúlaleiðslan lagt ein frídag, so forskúlin byrjar aftur mánamorgunin 9. mai. Frítíðarskúlin í Rituvík er tó opin allan fríggjada… Les meira »

Tíðindabræv 29. apríl 2016

Í samband við Flaggdagin hava vit tosað og lært um føroyska flaggið, Merkið. Vit hava eisini teknað okkum eitt Merki í part. Hósdagin 21. apríl fóru vit til Flaggdagshald. Vit gingu inn á Høgaból. Sve… Les meira »

Til foreldrini um flaggdag og ráðleggingardag

Í sambandi við flaggdagin í komandi viku fara øll børnini á Glyvrum at ganga skrúðgongu í morgin, hósdagin 21. apríl. Farið verður frá Glyvra skúla kl. 8.45, og gingið verður út á Høgaból, har vit syn… Les meira »

Tíðindabræv 15. apríl 2016

Í dag kavaði aftur! Vit sungu kavasangir í sangløtuni, og í fríkorterinum sletaðu vit og spældu við kava. Aftaná útiløtuna komu trettan børn úr einum barnagarði í Klaksvík og vitjaðu okkum. Vit spældu… Les meira »

Tíðindabræv 8. apríl 2016

Hesa vikuna eru tað nógv, ið hava reiggjað. Vit hava eisini teknað, hugt í bøkur, sparkað fótbólt og perlað. Vit hava valt ein sang hvør at tekna. Brynja teknaði til dømis sangin "Oman kemur grýla." V… Les meira »

Tíðindabræv 1. apríl 2016

Hesa vikuna eru tað børnini í Uppistovu, sum skriva tíðindabrævið. Tað var gott at koma aftur í forskúla aftaná páskafrítíðina. Øll børnini hava fortalt okkurt, sum tey hava gjørt, meðan tey hava havt… Les meira »

Páskafrí

Vit fara í páskafrí frá leygardegnum 19. mars, og byrja aftur í forskúlanum mikudagin 30. mars. Frítíðarskúlin í Rituvík hevur opið frá kl. 7.30 allar gerandisdagar. Seinastu vikurnar hevur nógv ymisk… Les meira »

Tíðindabræv 4. mars 2016

Hesa vikuna eru tað børnini í Niðristovu, ið skriva tíðindabrævið. Setningarnar hava vit skrivað við trækubbum. Vit brúka ein kubba fyri hvørt orð: Vit hava lært ein nýggjan tjaldurssang. Sangurin eit… Les meira »