Gongutúrur í Saltangará 23. aug 2018

Í dag gingu vit túr framvið húsunum hjá nøkrum av næmingunum, sum búgva í Saltangará. Vit herjaðu á niðan á Norðurhædd, har Jonni vísti okkum hvar hon býr. Glað vóru tey, tá vit vóru komin niðan á, og at nú var bara undanbrekka eftir. Síðani gingu vit oman í Grannatún, har Sæunn greiddi okkum frá um øll rúmini í húsinum, og vit sluppu eisini at hyggja inn ígjøgnum vindeyga í stovuni og køkinum. So fóru vit longur oman á Líknagøtu, har André og Benjamin búgva síð um síð. Anja bjóðaði okkum keks og súrepli. Tað var lekkurt. At enda gingu vit út til húsini hjá Dominik. Síðani fóru vit á spæliplássi á Høgabóli, har vit ótu matpakka og spældu eina góða løtu. Tað var turt og gott veður, inntil vit byrjaðu at ganga innaftur á skúlan. Tá fingu vit øll karm
Ein góður túrur og sera fitt børn.