Skoyta og svimja 12.01.23

Vit høvdu ein frálíkan túr í Klaksvík í dag. Fyrst skoytaðu vit, tað var óføra stuttligt, børnini vóru so røsk. So gekk leiðin niðan í skúlan, har vit ótu matpakka, vitjaðu 2.a og sloppu inn í stovuna hjá 5.b at royna borð og stólar. Síðani gekk leiðin niðan at svimja. Børnini hugnaðu sær óføra væl.