10.flokkur framførir Petur Pan

Í dag 24/03 var fyrsta framførsla av leikinum Petur Pan, sum 10.flokkur á Toftum og Runavíkar skúla hava skipað fyri.
Næmingarnir hava arbeitt við verkætlanini í fleiri vikur, og úrslitið var framúrskarandi!
Leikararnir vóru frálíkir, pallurin ómetaliga flottur, og búnarnir fantastiskir.
Næmingar og lærarar í Tofta og Runavíkarskúla vóru boðin til frumframsýningina, og vóru tey øll bergtikin av ungu talentunum, sum skúlin eigur.