Blandaðar myndir frá sep., okt. og nov. 21

Her er nakrar gamlar myndir frá t.d., tá vit flettu, høvdu evnisviku og vóru til eina søguløtu á bókasavninum við Løkin

Jólavættur

1. des. hevði onkur verið inni í okkara stovu ;)

Gulur fríggjadagur 3/12-21

Vit høvdu ein deiligan dag. Sum tit síggja, hava vit nakrar raskar mammur í flokkinum :) Ordiliga stuttligt, túsund takk fyri :) :) So vóni eg at tit vinna, koyr á NSÍ :)

Útiskúlin 11/2-2022

Vit høvdu ein frálíkan útiskúla fríggjadagin. Fyrst sletaðu vit eina løtu, nøkur børn hildu tað vera stuttligari at vassa. So fóru vit inn at eta matpakka, tá hevði Sjúrður hitað kakao, so vit fingu kakao og skumfidusar omaná. Ein deiligur dagur :)

Fastalávint 28/2-2022 - 1.b

Ein deiligur dagur dag, har øll vóru grýluklødd :)

Sjónleikur 2/4-22 - 1.b

Í dag vóru vit boðin til leik úti í Løkshøll. Tað vóru næmingar í 10. fl. í Runavík og á Toftum sum spældu. Tey dugdu sera væl at spæla :)

Fjørutúrur 28/4-22

Í dag fóru vit ein lítlan túr oman á Glyvra strond. Nøkur børn hugnaðu sær á fjøruni, og onnur á sandinum. Her eru nakrar deiligar myndir :)

Vit telva - 5. mai 22

Her eru nakrar myndir frá eina ferð vit telvaðu. Vanliga telva vit hósdag, og børnini eru sera røsk at telva.

Hey góðu foreldur - 6. mai 2022

Tað riggaði so væl at svimja við børnunum. Tit skuldu sæð smílini, tá tey komu inn í høllina :) Tey hugnaðu sær óført. Vit svumu so leingi, at vit høvdu bara 15 min. at ganga niðan til mín og eta matpakka, og so yvir aftur á parkeringsplássið, so vit blivu nakað sein. Gott við tolnum foreldrum :)

Tíverri tók eg onga mynd :/

Vit takka fyri, at tit kundu koyra, og tykkum sum meldaðu tykkum til, men ikki sluppu. 

Konsert - 16. mai 22

Í dag vóru vit boðin á konsert úti í Løkshøll, har Løkin band og ein danskur bólkur framførdi. M.a. framførdi tey onkra sang hjá Michael Jackson. Vit takka fyri eina góða konsert.

Ruddidagur 24.05.22

Í dag hava vit ruddað allan skúlagarðin. 1. a og b áttu ovara garðin, inni á vøllinum, runt um vøllin og alt økið kring um. Tey vóru so røsk :). Aftaná fingu vit popkorn og saft.

Góðveðursdag 1/6-2022

Av tí at veðrið var so gott, ótu vit matpakkan í skúlagarðinum. Børnini hugnaðu sær óført. Síðsta tíman hjá mær fóru vit ein túr í Effo, har børnini keyptu sær ein ís :)

Grashøvd - 10 juni ‘22

Í dag gjørdu vit grashøvd :) Tey blivu soo fitt. Vónandi fáa tey nøkur “hár” á høvdið skjótt :)

Øðrvísi skúladagar juni 2022

Tveir deiligir skúladagar :)

Útiskúli 25.aug.22

Vit høvdu ein frálíka dag uppi á Svangaskarði.

Útiskúli 15.09.22

Í dag gingu vit frá Glyvra skúla til Lamba, ein so deiligur túrur. Fyrst fóru vit niðan á spæliplássið, har spældu vit eina løtu og ótu matpakka. Síðani fóru vit oman í fjøruna, men fyrst eitt vesi-stop í Lambaskúla. Aftur ein frálíkur dagur :)

Sjónleikir 19/9-22

Í dag hava vit hugt at tveimum sjónleikum. Ein hjá 3.b og ein hjá Búa og Dánjali. Okkum dámdi báðar ordiliga væl.