Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 17. feb. 2017
17. februar 2017

Hesaferð eru tað børnini í Uppistovu, sum fortelja, hvat vit hava gjørt á Brúnni seinastu 2 vikurnar. Børnini siga:

Vit hava tosað um, at vit fara at sláa tunnu og verða í grýluklæðum á føstulávint. Tað gleða vit okkum til. Vit hava gjørt pappír-tunnur, sum vit skulu brúka til at pynta við í Uppistovu. Vit hava dansað føroyskan dans. Á føstulávint skal Brúgvin skipa kvæðið "Eg kendi mær ein ríkmann."

Úti og í høllini hava vit spælt stikkbólt. Nakrar gentur hava bygt eina smáttu úti. Nógv børn hava sparkað fótbólt á vøllinum. Nøkur hava spælt Krógva og Blunda, tað var ordiliga stuttligt. Vit hava spælt væl. 

Inni hava vit spælt nógv ymisk spøl. Vit hava spælt Sequence, talv, Mirror Game, Speilegg, og bygt puslispøl.

Øll í Uppistova hava gjørt sær hvør sín skógv, tí vit fara at læra okkum at binda lissur.

Vit hava verið í fimleikahøllini til SI-venjingar.

Vit hava lært um mynstur og skap. Ein dagin bygdu vit ymisk skap við súgvirørum og pípureinsarum.

Vit hava tosað um og hoyrt fleiri ævintýr m.a. ævintýrið um hin ljóta dunnuungan.

Nú eru vit byrjað at læra um stavilsi og forljóð. Øll børnini í Uppistovu hava gjørt sær hvør sína Klappibók og hvør sína Ljóðbók, sum vit tekna í.

Vit hava gjørt málaríir, har vit blástu máling á svart pappír. Tað var stuttligt.