Seinastu tíðindi
Páskafrí
18. mars 2016

Vit fara í páskafrí frá leygardegnum 19. mars, og byrja aftur í forskúlanum mikudagin 30. mars. Frítíðarskúlin í Rituvík hevur opið frá kl. 7.30 allar gerandisdagar. Seinastu vikurnar hevur nógv ymiskt verið á skránni. M.a. hava vit havt læraralesandi í starvsvenjing, vit hava verið við í Grækarismessuhaldinum á skúlanum, vit hava lært fleiri nýggjar sangir, gingið túrar, arbeitt í verkstøðum við ymiskum páskaprýði og við boomwhackers-rørum, ið eru eitt slag av ljóðførum, onkur hevur havt føðingardag, og 1.b var og vitjaði okkum saman við føroysktlærara teirra, Joan. Vit ynskja øllum eina góða páskafrítíð! Starvsfólkini á Brúnni