Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 8. apríl 2016
08. apríl 2016

Hesa vikuna eru tað nógv, ið hava reiggjað. Vit hava eisini teknað, hugt í bøkur, sparkað fótbólt og perlað. Vit hava valt ein sang hvør at tekna. Brynja teknaði til dømis sangin "Oman kemur grýla." Vit gjørdu eisini eina stabbamynd, sum vísir, hvussu nógvar tenn vit hava mist. Brynja og Jóhanna Maria hava spælt við djór. Marta, Alvilda, Catalina og Teresa hava spælt krógva og blunda og pikk úti. Veðrið hevur verið gott hesa vikuna. Í morgun var kalt, og vit sungu “Nú liggur ein kavafonn tindi á.” Vit byrjaðu eisini at læra sangin "Kennir tú blómurnar." Sunnva, Ida og Emma Charlotta hava gjørt ein lumpiveg, sum er tað sama sum ein snýtivegur. Hesa vikuna spældu vit sjórænarar í SI-venjingum, og vit hava svarað spurningum í Rokning 1a. Har vóru eisini spøl, sum vit spældu. Bjarti, Jósup, Jóel, Grímur, Villiam T. og Markus S. hava vaskað bóltar. Teir kastaðu bóltarnar gjøgnum eitt rør við vatni í. Tá ið teir komu út úr hinum endanum, vóru teir reinir. Í Uppistovu hava tey m.a. málað myndir. Grímur og Villiam hava spælt bilar í dag, og í dag lærdu vit eitt nýtt spæl, sum eitur “Fanga flaggið.” Vit spældu tað uppi á fótbóltsvøllinum. Grímur fylti sjey ár fyrradagin. Martin, sum hevur verið í Danmark síðani í januar, kom aftur í forskúla hesa vikuna. Væl afturkomin, Martin! Bestu heilsanir, Børnini í Niðristovu