Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 15. apríl 2016
15. apríl 2016

Í dag kavaði aftur! Vit sungu kavasangir í sangløtuni, og í fríkorterinum sletaðu vit og spældu við kava. Aftaná útiløtuna komu trettan børn úr einum barnagarði í Klaksvík og vitjaðu okkum. Vit spældu saman eina løtu, sungu nakrar sangir saman og dansaðu "Sasha" og "Inni liggur tú, líri." Hesa vikuna hava vit annars spælt, at vit vóru Pinocchio og hundar, og vit lærdu spælið SET, ið er á telduni. Vónandu fáa vit eisini kortspælið SET. Í Uppistovu spældu tey bingo hesa vikuna. Tað fara vit at spæla ein aðra ferð. Vit lærdu sangin "Eg banki, eg buki" hesa vikuna. Nú standa 52 sangir, sálmar, skjaldur og vísur á okkara grøna sanglista. Bestu heilsanir, Børnini í Niðristovu