Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 29. apríl 2016
29. apríl 2016

Í samband við Flaggdagin hava vit tosað og lært um føroyska flaggið, Merkið. Vit hava eisini teknað okkum eitt Merki í part. Hósdagin 21. apríl fóru vit til Flaggdagshald. Vit gingu inn á Høgaból. Svend, maðurin á bókasavninum, helt eina røðu. Vit sungu sangin "Sjá, tú blánar." Nøkur børn spældu eisini horn fyri okkum. Síðani gingu vit inn aftur í Glyvra skúla. Hesa vikuna hava vit spælt nógv úti. Vit hava sledað, hoppað band, sparkað fótbólt, reiggjað, bygt kavamenn og annað. Inni hava vit spælt kort, telvað, bygt lego, teknað og mangt annað. Vit hava fingið eina nýggja bók. Hon eitur Firvaldsbókin. Mikudagin høvdu vit SI-venjingar í høllini, tað var ordiliga stuttligt. Vit í Uppistovu endaðu við eini stafett. Dreingir ímóti gentum. Genturnar vunnu. Í dag, 29. apríl, fyllir Jákup 7 ár, so hann hevur bjóðað øllum børnunum poppkorn, bomm og smákøkur. Jákup slapp at velja ein teknifilm, sum vit hugdu at, meðan vit ótu poppkorn. Myndir eru undir Myndasavn. Heilsan børnini í Uppistovu.