Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 28. nov. 2016
28. november 2016

Hesaferð eru tað børnini í Uppistovu, sum hava skrivað tíðindabrævið. Vit hava havt verkstovur, har vit hava gjørt jólaprýði. Vit hava gjørt jólatrø, bæði úr pappíri og íspinnum. Vit hava málað og pyntað jólatrøini. Vit hava klipt gullstjørnur, sum vit pyntaðu við tógvi. Tey eru ordiliga pen. Eisini hava vit gjørt flottar rundingar úr reyðum og hvítum pappíri.

Fríggjadagin pyntaðu vit jólapynt á Brúnni.

Vit hava spælt úti. Vit hava spælt fótbólt, kurvabólt og rutsjað. Vit hava reiggjað í lítla garðinum. Onkur hevur spælt “waterbottle-flip” og gjørt DAB.

Vit hava sungið nógv og lært fleiri nýggjar sangir.

Slangan hjá okkum í Uppistovu er blivin ordiliga long nú, hon er komin heilt upp í 71.

Inni hava vit telvað og spælt bilar. Vit hava eisini skrivað á teldu, tað er so stuttligt. Vit hava spælt gott, bæði inni og úti, tað er so stuttligt.