Seinastu tíðindi
Vit kvøða á Glyvrum
23. februar 2017

Eins og vanligt hevur verið á føstulávint, so hava vit kvøðið á Glyvrum hesar síðstu vikurnar undan føstulávintsmánadegi.

Forskúlin, 1., 2., og 3. flokkur hava fingið hvør sítt kvæði at skipa, og Kári Sverrisson hjálpir teimum so at skipa.

Mánadagin verður føstulávintsmánadagur, og tá verður tunnusláttur og kvøðing á skránni.

Børnini fara at klæða seg út, soleiðis at vit fáa ein hugnaligan og festiligan dag.