Seinastu tíðindi
HODJA ÚR PJORT
14. mars 2017

Aftur í ár spæla 10. flokkarnir í skúlanum við Løkin og Tofta skúla ein sjónleik. Hetta er 6. árið á rað, at 10. flokkur hevur havt sjónleik sum evni í verkætlanarvikuni. 

Í ár er tað barnaleikurin Hodja úr Pjort, sum tey spæla. 

Tey skriva soleiðis um leikin:
Hodja býr í tí lítla friðsæla býnum Pjort í Bulgislav. Men, Hodja vil sleppa at uppliva okkurt, hann vil sleppa at síggja verðina. Á einum flogteppi flýgur hann úr trygga umhvørvinum í Pjort til høvuðsstaðin Petto. Í Petto krógva vandar seg handan hvørt húsahorn, og endin er, at teppið verður lumpað frá Hodja. Men Hodja má fáa teppið aftur.

Kom á flog við Hodja úr tryggu bygdini til spennandi stórbýin. Kom og hoyr um Rottuna og síggj sultanin. Kom og uppliva ein sjónleik, sum er fyri alla familjuna. So finna vit útav, um Hodja fær teppið aftur.

Sjónleikurin verður spældur fyri barnagarðum og skúlum í skúlatíðini.

Almennar sýningar  
Mánakvøldið 20. mars kl 18.00 (Premiera)
Týskvøldið 21. mars kl 18.00 
Mikukvøldið 22. mars kl 18.00

Atgongumerki á kr. 50 kunnu keypast víð dyrnar 1 tíma undan sýningunum.

Fylg við á Facebook á www.faceook.com/hodjaurpjort