Seinastu tíðindi
Felags foreldrafundur 4. Apríl
30. mars 2017


"TØKNI – EIN GÓÐUR TÆNARI, MEN EIN RINGUR HARRI"
Hetta er heitið á fyrilestri, sum Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, kemur at hava á felags foreldrafundi í Løkshøll týskvøldið 4. apríl kl 19.00

Teldlar og tøkni verða ein alsamt størri partur av okkara gerandisdegi. Bæði við góðum og minni góðum avleiðingum. Foreldur og skúli hava eina stóra avbjóðing í at fyrireika børnini til tað talgilda samfelag, sum tey eru og verða ein partur av.


Orðaskifti og drekkamunnur aftaná.


Møtið fjølment!


Skúlastýrið.