Seinastu tíðindi
Tema á bókasavninum
07. juni 2017

Á bókasavninum varpa tey ljós á ymisk evni gjøgnum árið. 

Í hesi vikuni hava tey havt tvey verkstøð á bókasavninum.

Annað er um neglalakk. Her er møguligt at koma og smyrja ella fáa sær neglirnar smurdar. 

Hitt er um pappírsflogfør. Her ber til at gera sini egnu pappírsflogfør. 

Á bókasavninum eru nógvar bøkur um ymisk evni. M.a. hesi bæði nevndu. Í báðum verkstøðum liggja bøkur um júst neglalakk og pappírsflogfør. 

Nógv spennandi finst í bókunum á bókasavninum!