Seinastu tíðindi
1. A & 1. B
15. juni 2017

Hesa vikuna hava børnini á Brúnni havt vitjan. Lærararnir, sum skulu hava flokkarnar eftir summarsteðgin, vóru inni á gólvinum og heilsaðu upp á børnini.


Í Niðristovu, sum verður til 1. A., vóru Sonja Steinhólm og Miriam Rasmussen og vitjaðu. Sonja fer eftir summarsteðgin at vera flokslærari og hava 1. A í rokning, ímeðan Miriam fer at hava føroyskt.


Í Uppistovu, sum verður 1. B., heilsaðu Annika Djurhuus og Sólva Poulsen upp á børnini. Annika verður flokslærari og fer at hava børnini í rokning, ímeðan Sólva fer at standa fyri føroyskum.


Fyrsti skúladagur er mikudagin 16. august. Lýst verður í kringvarpinum, júst nær børnini skulu møta fyrsta dagin.

Vinaliga Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri, 237133