Seinastu tíðindi
5 flokkur gula vitjan
25. august 2017

Hósdagin 24. august hevði 5. flokkur vitjan. Tað vóru trýggir NSÍ spælarar, sum komu at vitja. Teir vóru Einar Tróndargjógv, Haraldur Højgaard og Betuel Hansen. 

Teir greiddu millum annað frá um hvussu teir fyrireika seg til eina steypafinalu. Steypafinalan er sum kunnugt leygarkvøldið 26. august. 

Næmingarnir vóru spentir til vitjanina, og høvdu fyrireikað nakrar spurningar, sum spælararnir svaraðu uppá