Seinastu tíðindi
Gulur steypadagur á Glyvrum
25. august 2017

Í dag hevur Glyvra skúli roynt at skapt stemning undan ársins steypafinalu millum NSÍ og B36.

Dagurin byrjaði við at øll komu í skúla í gulum klæðum og við gulum Bónus posum, sum vit klipptu í strimlar og gjørdu til veitra upp í luftina við.

Síðan høvdu vit ein morgunsang, har vit sungu NSÍ sangir og fingu vitjan av fleiri NSÍ-arum og venjaranum Anders Gerber.

Harry Knudsen, sum hevur yrkt fleiri av nýggju NSÍ sangunum kom forbí og skapti ein stemning við sínum góðu og løttu sangum.

Dagurin endaði við, at øll fingu bjóðað gula NSÍ-kaku, alt í alt ein sera stuttligur og góður dagur.

Nú vóna vit at úrslitið verður eins gott og stemningurin á Glyvrum.

KOYR Á NSÍ!!!

 

Fleiri myndir síggjast her!