Seinastu tíðindi
Kunning um Office 365
30. august 2017

Kæru foreldur

Gamla First Classskipanin verður stongd, tí skúlaverkið skiftir yvir til Office 365. Henda nýggja skipanin hevur ómetaligar nógvar møgulleikar - biði tykkara barn vísa tykkum, hvussu tað sær út.
Tá næmingarnir skulu gera skrivligar uppgávur á telduni framyvir, skulu tey brúka Office 365.

Í morgun hava tey lært at logga á, at skriva í eitt Worddokument og at deila tað.

Tað slepst inn tveir vegir:
1. Far inn á rks.fo og trýst á Office 365 í bjálkanum.
2. skriva innrita.skulin.fo

Tit fáa meira kunning á felags foreldrafundinum seinni í heyst.

Bh
Pálin