Seinastu tíðindi
6. flokkur á floti
20. september 2017

Týsdagin 19. september fóru 6. flokkarnir í skúlanum við Løkin á flot við sluppini Westvard Ho. 

Tiltakið varð skipað sum ein fiskikapping, har allir næmingarnir sluppu at royna seg. 

Í morgin - hósdagin 21. september fer 6. flokkur at greiða frá túrinum og vísa fleiri myndir á eini morgunløtu í Løkshøll. Her verður vinnarin av fiskikappingini eisini kunngjørdur.

Her eru nakrar myndir frá løtuni, tey komu aftur til lands. 

Hósdagin var so ein framløga í Løkshøll, har 6. flokkarnir greiddu frá um túrin við sluppini Westward Ho, og umboð fyri felagaði handan Westward Ho greiddu frá um skipið og virksemið har umborð.

Síðst í framløguni handaði Rodmund Nielsen steyp til teir, sum høvdu fiskað teir størstu fiskarnar.

Jonn úr 6.a fekk trið størsta fiskin, Mattias úr 6.b fekk næst størsta fiskin og Brian úr 6.b fekk nógv tann størsta fiskin, ein tosk ið vigaði heili 13 kg.

Leggast kann afturat at hetta var størsti fiskur, teir nakrantíð høvdu fingið saman við skúlaflokkum.

Við á túrinum hjá 6.a var Góðan morgun Føroyar, og tey gjørdu bæði ljóð og video upptøku frá túrinum.

Viðfest eru video og myndir frá túrinum.

Ein super túrur, sum heilt vist eigur at vera boðin til komandi 6. flokkar í Skúlanum við Løkin.

 Myndir frá túrinum við Westward Ho