Seinastu boð
Matarskipanin
06. oktober 2017

Eftir heystfrítíðina byrjar matarskipanin aftur. Nú er tað matpakkin.fo vit bíleggja frá.

Matpakkin.fo er ein netborin bíleggingarskipan sniðgivin til skúlanæmingar og foreldur teirra. Stórur dentur er lagdur á, at hon er løtt at brúka, so tað er einfalt og skjótt at bíleggja matpakkan. Til ber at bíleggja matpakkar antin frá degi til dags ellar fleiri vikur fram. Til ber eisini at bíleggja ymiskar matpakkar. Bílegg ella avlýs innan kl. 07:30 sama dag. Trekt verður av gjaldskortinum fyri hvørja veiting, dag fyri dag.

Les meira á matpakkin.fo