Seinastu boð
Evnisdagar
23. oktober 2017

Í døgunum 24., 25. og 26. oktober verða evnisdagar. Hesar dagar broyta vit vanligu tímatalvuna eitt sindur.

Innskúlingin møtir í Glyvra skúla klokka 08.00 og fer heim ella til Rituvíkar klokkan 12.35. Tó fara næmingarnir í forskúlanum heim ella til Rituvíkar klokkan 11.30. Tey arbeiða við evninum "Sagnir og ævintýr".

Miðdeildin møtir í skúlanum við Løkin klokkan 08.00 og fer heim klokkan 13.30. Tey arbeiða við evninum "Seyður".

Framheildsdeildin møtir í skúlanum við Løkin klokkan 08.00 og fer heim kl. 13.30. Tey arbeiða við evninum "Norrøn Gudalæra".

Bussarnir koyra eftir broyttu tímatalvuni.