Seinastu tíðindi
Løgreglan gjørt kanningar við Løkin
02. november 2017

Hósmorgunin 2. november stóðu tvey løgreglufólk á parkeringsplássinum við Løkin og gjørdu kanningar. Tey hugdu m.a. eftir um fólk sótu íbundin.

Tá klokkan var farin av 8 komu hesi bæði inn á lærarastovuna at heilsa uppá. Tey bóðu okkum bera boð til bæði børn og foreldur, at støðan var fyrimyndarlig. Tað var ikki ein einasti, sum bleiv uppskrivaður. 

Henda heilsan bleiv borðin næmingunum á morgunsanginum í morgun, og hendavegin skal heilsan koma til tykkum foreldur og avvarandi. 

Ein onnur áheitan frá leiðsluni á morgunsanginum var, at vit øll nýta endurskin, nú tað gerst myrkari. Henda áheitan fer eisini út til tykkum foreldur. Minnið børn tykkara á endurskinini!

---

Eitt tíðndafólk frá R7, Hansa Hansen, kom eisini framvið og gjørdi ein stuttan tíðindastubba. Hon eigur eisini myndina av løgreglufólkunum uttanfyri.

Tíðindastubbin kann lesast her:

https://r7.fo/news/5198/fitt-og-fryntlig-logreglufolk-vid-skulan-vid-lokin-i-morgun