Seinastu boð
Barnadansistevna við Løkin 22. apríl
07. mars 2023

Leygardagin 22. apríl verður skipað fyri Barnadansistevnu. Hesa ferð verður stevnan hildin í skúlanum við Løkin í Runavík, og tað er Eysturoyar Dansifelag, ið skipar fyri. Stevnan byrjar kl. 10.00 og endar kl. 15.00.

Øll, ið hava hug at dansa føroyskan dans, kunnu vera við. Tað er ókeypis, einki aldursmark er, men børn mugu fylgjast við onkrum vaksnum, og tað er neyðugt at tekna seg, tí tey, ið eru við, fáa mat, og skipað verður fyri einari bussferð.

Ein Facebook-bólkur er stovnaður fyri tey, sum eru áhugaði í barnadansi í Hæddini. Tit kunnu fara uppí hann og fáa kunning um komandi barnadansistevnuna og onnur tiltøk her:


https://www.facebook.com/groups/164501639685158

Til ber eisini at melda seg til Barnadansistevnuna við at skriva til: kari.sverrisson@skulin.fo. Skrivið navn á barni/børnum og vaksnum, ið koma við, tlf. nr. og teldupostbústað. Freistin at melda seg til er 27. mars.

 
Eysturoyar Dansifelag