Seinastu tíðindi
Jólaroyndirnar
24. november 2017

Frá 28. november til 1. desember er jólaroynd í 9. og 10. flokkunum. 

Royndin fer fram á nýggjari telduskipan. Næmingar, sum skulu til jólaroynd, fáa eina kunning mánadagin. 

Á heimasíðuni hjá próvstovuni liggja trýggir filmar um hvussu nýggja skipanin skal brúkast. Hyggið at hesum filmunum so tit kenna til tað mánadagin.

 

Heimasíðan eitur provstovan.fo/wiseflow/