Seinastu tíðindi
Indiskir telvarar vitjaðu á Glyvrum
29. november 2017

Í morgun, mikumorgunin 29. november, vóru tveir avbera góðir indiskir telvarar, ið eita Nihal Sarin og Srinath Narayanan, og vitjaðu á Glyvrum. Teir vóru við í kappingini Runavík Open, ið varð hildin í Løkshøll í døgunum frá 20. til 26. november. Teir hava nakrar frídagar, áðrenn teir leggja leiðina heim aftur til India, so teir góvu sær stundir at koma framvið og telva móti børnum í Glyvra skúla og Skúlanum við Løkin.

Tíggju talvborð vórðu sett upp, og so bar til at telva simultantalv, sum tað nevnist, móti indisku gestunum. Nihal, ið er trettan ára gamal og sonevndur altjóða meistari við 2487 ratingstigum, telvaði fyrstur móti seks næmingum úr forskúlanum Brúnni og Glyvra skúla og fýra næmingum úr skúlanum við Løkin. Nihal vann øll talvini. Síðani telvaði trý og tjúgu ára gamli Srinath, ið er stórmeistari við 2517 stigum í rating, og sum gjørdist nr. 2 saman við einum russiskum telvara í Runavík Open, móti nøkrum av teimum somu næmingunum og nøkrum nýggjum. Hann vann somuleiðis á øllum, og tað var kanska ikki annað enn væntandi. Srinath er á 26. plássi í øllum India, og har búgva áleið 1,3 milliardir fólk!

Børnini, ið telvaðu, og tey, ið hugdu at, vóru rættiliga still og hugsavnaðu seg um talvini henda tíman, tey tjúgu talvini vardu. Vit hildu øll, at hetta var ein ógvuliga spennandi løta, og tað var ein stórur heiður at hava so frægar telvarar sum gestir.

Til ber at lesa um teir báðar, Nihal og Srinath, á eitt nú Wikipedia:

https://en.wikipedia.org/wiki/Nihal_Sarin

https://en.wikipedia.org/wiki/Srinath_Narayanan

Fleiri filmsbrot eru á Youtube við hesum telvarum. M.a. hetta stutta brotið, har Nihal vinnur eitt snartalv móti russiska stórmeistaranum Evgeny Postny fyri nøkrum mánaðum síðani: https://www.youtube.com/watch?v=_4nwmxw2xtU