Seinastu boð
Telving fyri børn
27. september 2021

Telving fyri børn er eitt av tilboðunum, ið kvøld- og ungdómsskúlin í Runavík bjóðar í vetur. Vit byrja aftaná heystfrítíðina. Neyðugt er at tekna seg á www.kurk.fo. Kostnaðurin er 200 kr., og sonevnda Spjaldrið hjá Runavíkar kommunu kann nýtast. Latið verður upp fyri tilmeldingum 1. oktober.

Vit læra mannagongd og reglur, telva móti hvørjum øðrum, loysa talvuppgávur og fáa bókina "Kom og telva" hjá Helga Dam Ziska. 

Telvingin fer fram í Forskúlanum Brúnni í Glyvra skúla mikudagar kl. 16.15-17.30, og hon heldur fram til páskafrítíðina. Byrjað verður 20. oktober. Øll eru vælkomin!

Bestu heilsanir,

Kári Sverrisson, tlf. 589105