Seinastu tíðindi
Helgi Dam Ziska vitjaði á Glyvrum
07. februar 2018

Í dag hevur Helgi Dam Ziska, stórmeistari í talvi, verið og vitjað skúlanæmingarnar á Glyvrum. Her greiddi hann stutt frá síni lívsleið higartil, hann kom við onkrum góðum ráðum til tey, ið hava hug at telva, og síðani telvaði hann móti hópin av børnum og onkrum vaksnum við.

Kl. 8.10 telvaði Helgi móti 1.a og b, kl. 10.35 móti 3.a og b og kl. 11.30 móti 2.a og b. Børnini í forskúlanum fingu eisini høvi at telva móti Helga, og tað var sera stuttligt. Vit telvaðu kl. 9.40.

Her eru nakrar myndir frá degnum. Myndirnar vórðu tiknar, meðan Helgi telvaði móti børnum úr forskúlanum Brúnni.