Seinastu tíðindi
4. flokkarnir spælt Flogbørn í Bylgjuni
15. februar 2018

Í dag var flogbóltskapping fyri 4. flokkarnar við Skálafjørðin í Bylgjuni.

Flogbóltur á barnastøði verður kallaður Flogbørn. Reglurnar eru foreinklaðar eitt sindur, soleiðis at børnini kunnu fáa eitt gott og flótandi spæl, har man í størri mun kastar og loftar, heldur enn móttekur og slær.

Vit hava undan kappingini havt vitjan av Peter Morrel frá Flogbóltssambandinum, har hann hevur lagt næmingunum og lærarunum lag á.

Spælt varð í tríggjar tímar, frá kl. 9:00 til 12:00

Stranda skúli, Skála skúli, Runavíkar skúli, Tofta skúli og Keldan í Skálabotni luttóku.

Flokkarnir vórðu deildir upp í lið, soleiðis at umleið 4 næmingar vóru á hvørjum liði.

Eftir hvønn dyst fekk vinnandi liðið 2 klisturmerkir fyri vunnan dyst, 1 fyri javnleik og einki fyri tap. Tey samlaðu so saman til sín flokk, og tá dagurin so var liðugur, bleiv talt upp, hvussu nógvar rekkjur av klisturmerkjum, hvør skúli hevði samlað.

Í dag gjørdist Tofta skúli vinnandi skúlin.

Mánadagin verður aftur kapping. Tá møtast 3. flokkarnir við Skálafjørðin til kapping í Bylgjuni.