Seinastu tíðindi
Lesiátakið 2018 við Løkin
09. mars 2018

Lesiátakið 2018 í skúlanum við Løkin byrjar mánadagin 12. mars og heldur fram tvær tær næstu vikurnar. Lesiátakið umfatar miðdeildina. Vit fara at brúka sama leist sum undanfarin ár, har næmingarnir og lærararnir lesa hvønn dag í 20 minuttir. Vit lesa í 3.t  ta fyrru vikuna og í 4.t ta næstu vikuna, líkamikið hvør lærugrein er á tímatalvuni tann tíman.

Hesa ferð er tiltakið skipað sum eitt bókabingo. Hvør næmingur fær eina bingoplátu við 6 rútum. Í rútunum stendur, hvat slag av bókum, næmingurin kann velja at lesa. Tá ein pláta er full, verður hon hongd uttan fyri flokshølið, og næmingurin fær næstu plátuna. Tað eru ymsar 4 plátur í alt.

Endamálið við lesiátakinum hesa ferð er tað sama sum undanfarin ár:

  • at stimbra lesihugin
  • at bøta um lesiførleikan 
  • at næmingarnir uppliva góðar lesiløtur saman í flokkinum
  • at næmingarnir lesa ymisk tekstasløg

Lesiløturnar eru ætlaðar til lesing, og um næmingarnir skulu lána bøkur, skal tað verða gjørt í fríkorterunum ella í øðrum tímum. Flokslærarin hevur ábyrgdina av, at hansara/hennara næmingar hava eina bók at lesa, tá vit byrja mánadagin.

G.G: hesar frílesingsbøkurnar skulu liggja í skúlanum. Næmingarnir kunnu sjálvandi lána aðrar bøkur heim við at lesa.

Blíðar heilsur

Bókasavnstoymið