Seinastu tíðindi
Ein super konsert frá - Dánjal
10. apríl 2018

Listaleypurin er eitt mentunarligt tiltak sum skúlar og stovnar kunnu bíleggja framførslur ella verkstøð frá.

Á hvørjum ári royna vit at fáa nøkur av tilboðunum til Runavíkar, soleiðis at næmingarnir fáa øðrvísi upplivingar.

Vit høvdu í dag vitjan av ongum minni enn Dánjal á Neystabø, sum hevur bólkin "Dánjal"

Dánjal er nokk best kendur frá tónleika verkætlanini hjá honum og Búa Dam "Ævintýrferðin"

Dánjal er eitt norðulendskt orkestur, við leikarum úr Danmark, Svøríki og Finnlandi.

Tey sum ikki vita hvør Dánjal er, kunnu fara inn á danjal.net har kann man lesa meira um bólkin og hoyra sangirnar teir spæla