Seinastu tíðindi
Nú skínur sólin bjarta
02. mai 2018

Nú veðrið byrjar at vísa seg frá síni bestu síðu plaga vit at syngja sálmin 'Nú skínir sólin bjarta' til morgunsang. Í morgun var veðrið so sera vakurt, at lærararnir avgjørdu at fara út í tún at hava morgunsang. 

Í dýrdarveðrinum ljómaði sangurin og spælið, og sálmurin fekk ein heilt nýggjan týdning.

Hesin sálmurin hjá Símuni av Skarði, sum so væl lýsir ein góðan summarmorgun, har sólin gyllir fjøll og líð og lívgar bæði blómur og menniskju. Ein góð byrjan uppá dagin, har næmingar og lærarar - og fuglarnir kring Løkin og Toftavatn - sungu saman.

Her ber til at hoyra sangin á youtube -

1. Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð,
hon lívgar blómurnar, á foldum vaksa;
nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð,
og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.

2. Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong,
til dagsins yrki fer hann nú so lættur;
og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong,
hann vitjar til ungar sínar aftur.

3. Mítt eyga hevur notið ein tryggan, góðan blund,
í Harrans hond so søtt eg havi sovið;
Guds undurverk eg skoði í hesi morgunstund,
við songi eg Gudi mínum lovi.

4. Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Gud,
mær givið evni til títt verk at skoða;
fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út, –
nú sólin í fjøll og líð man roða.