Seinastu tíðindi
Brúgvin: Vit klekja høsnaregg
07. mai 2018

Vit í forskúlanum eru nú farin í gongd við at klekja høsnaregg.

Vit eru spent at síggja og læra av øllum tí, sum fer at fara fram komandi tríggjar vikurnar; frá egg til høsnarunga. 

Klekimaskinan bleiv sett til fríggjadagin. Nú er hitin vorðin stabilur, og klárt var at leggja eggini í ídag.

Eggini eru troðin undan íslendskum landnámshøsni. Hønumamma, hanapápi og teirra `gang` halda til í góðum umstøðum á Skála, og gleða vit okkum at vita, hvat spyrst burturúr.