Seinastu tíðindi
Brúgvin: Høsnareggini higartil
15. mai 2018

Vit hava nú fingið fleiri egg, hesi eru brúnlitt og eru millum annað frá Isa Brown hønum. Tískil hava vit nú tveir kalendarar, har vit krossa av hvussu nógvar dagar eggini hava ligið í klekjumaskinuni. 

Nú kom so tíðin at lýsa tey hvítu eggini ígjøgnum. Tað er sera spennandi at síggja um stropi er í. 

Tað kann tykjast leingi hjá børnunum at bíða at koma framat, so vit styttu samstundis um stundir við "Alt um djór". 

Vit kunnu fegin siga frá, at vit vænta okkum góð úrslit og nakrir pipptónar um einar tvær vikur.