Seinastu tíðindi
Lærarar á Náttúru og Tøkniskeiði við Løkin
24. mai 2018

Mikudagin og hósdagin 23. og 24. mai hava lærarar ymsastaðni verið á skeiði í Náttúru og tøkni í skúlanum við Løkin. Skeiðið er við í tilboðnum, sum NÁM bjóðar lærarum í øllum Føroyum. 

Undirvísarar á skeiðinum vóru Dan Lamhauge og Eliseus Johannessen, sum báðir undirvísa við Løkin. 

Skeiðið hevði náttúruna sum grundarlag, og høvdu teir m.a. valt at brúka Toftavatn, og tað lív, sum har er. 

Luttakararnir vóru væl nøgdir við skeiðið. 

Myndirnar omanfyri eru tiknar av skeiðshaldarunum.