Seinastu tíðindi
Summardagar við Løkin - Hósdagur
21. juni 2018

Nú vit nærkast summarferiuni, so er vanligt at niðurleggja vanliga skúlaskemaði og síðan gera ymiskt annað síðstu dagarnar.

Ein dagur plagar altíð at vera ein útferð, niðan á okkurt fjall, og av tí at veðrið sá út til at vera best í dag, so valdu vit at gera útferðina í dag.

Ætlanin var allatíð at fara til Norðagøtu og ganga niðan á Leirvíksfjall og síðan oman til Leirvíkar, men av tí at tað var rættuliga frískur vindur í morgun, so valdu vit at broyta túrin, soleiðis at vit koyrdu til Rituvíkar og gingu síðan niðan á Glyvrafjall og síðan yvir á Gásafelli áðrenn vit fóru heimaftur til Rituvíkar.

Veðrið var av tí allar besta og børnunum dámdu væl at sleppa ein túr í hagan.

Brekkan niðan á Glyvrafjall er góð og ikki serliga brøtt, og tá man er komin niðaná, so er slætt og gott at ganga hjá øllum.

Myndir frá túrinum kunnu síggjast her.