Seinastu tíðindi
Gott at síggjast aftur :)
16. august 2018

Í morgun byrjaði skúlagongdin aftur og næmingarnir vóru glaðir og væl nøgdir við at síggja floksfelagar og lærarar aftur.

Fyri tey sum treingja til at venda um uppá dag og nátt aftur, eftir at hava vakt um náttina og sovið langt út á dagin, so kunnu vit gleðast um, at hendan vikan verður rólig.

Stuttan dag í dag, og síðan ein vanligan dag í morgin og so er vikuskifti :)

Vónandi hava øll havt eina super góða summarferiu og eru klár at herja á nýtt spennandi skúlaár.