Seinastu tíðindi
STROK og Píka7
29. august 2018

Í STROK kanst tú lesa um alt frá vinarlagi og kærleika til ítrótt, tíðindi, søgur, kelidjór, plantur, mat, ítriv, og skemtisøgur. Her er pláss fyri øllum, stórum sum smáum: Hvussu verður olja gjørd? Nær verður man forelskaður? Hví geispa vit? Hugskotini eru nógv, og eisini frá tykkum lesarum. Í fleiri enn 60 ár hevur barnablaðið STROK verið ein góður vinur hjá børnum og ungum – og soleiðis verður eisini í framtíðini!

 

Her kanst tú melda teg til Strok: https://hald.bfl.fo/Home/Product/1/%C3%81rshald%20av%20STROK

 

Gongur tú í skúlabólki, forskúla ella ert tú farin í skúla? So er Píkasjey heilt víst eitt blað fyri teg.

Í blaðnum kanst tú lesa um ymisk dýr og nógv annað spennandi og stuttligt. Vit práta eisini við børn um ymiskt, sum tey gera. Og so eru søgur, ítriv og nógvar uppgávur bara til tín at hugna tær við.

 

Her kanst tú melda teg til Píka7: https://hald.bfl.fo/Home/Product/2/%C3%81rshald%20av%20P%C3%ADkasjey