Seinastu boð
Altjóða lúsadagur 31. januar og lúsafráboðan
31. januar 2018

Skúlin hevur fingið fráboðan frá foreldrum um, at næmingar í skúlanum hava lús. Vit fara at heita á tykkum øll um at gera eitt felags átak. Tað er av størsta týdningi, at øll foreldur reinsa síni børn samstundis. Vit heita tí á foreldur, at fáa hetta gjørt sum skjótast.

 

Lúsakríggj

Lús er ein stórur trupulleiki fyri smábørn og skúlabørn.

Tí er dagurin 31. januar ásettur at verða almennur lúsadagur, sum eina roynd at fyribyrgja og basa lús. Afturvendandi átakið nevnist lúsakríggj.

Børn kunna verða smittaði við lús gjøgnum alt árið, men vit vita, at um øll verða kannaði, og um neyðugt viðgjørd, sama dag, er møguleikin fyri at steðga smittuni av lús nógv betri.

Tí fara vit aftur í ár, við hesum átaki, at heita á foreldur um at kemba barni teirra lúsadagin tann 31. januar.

Eru tit í iva um okkurt, ella hava spurningar, ber altíð til at venda sær til Gigni ella spyrja um ráð og vegleiðing á Apotekinum.

Leiðslan

 

Sí viðfesta skriv : Hjálp vit hava lús!