Seinastu tíðindi
Nýggjur telefonpolitikkur á skúlanum við Løkin
03. september 2018

Mánamorgunin 3. september varð nýggj telefonreglugerð fyri skúlan við Løkin løgd fram fyri øllum næmingum skúlans í Løkshøll. 

Reglugerðin frá í fjør er endurskoðað, og hesar broytingar eru gjørdar:

Reglugerð fyri nýtslu av telefonum o.l. í skúlatíðini í Runavíkar kommunuskúla 
Hesar reglur eru galdandi fyri allar næmingar skúlans. 
  
Í skúlanum:  
Um næmingurin hevur telefon ella onnur elektronisk tól við, skulu tey vera sløkt og liggja í taskuni.    
 
Í tímunum:  
Telefonin skal vera sløkt og liggja í taskuni.    
Um telefonin skal brúkast sum amboð, er tað lærarin, sum ger av, nær og hvussu, hon verður brúkt. 
 
Í fríkorteri, í matfríkorteri, í frítímum og til morgunsang: 
Eingin telefon er loyvd.  
 
 
Um reglurnar ikki verða fylgdar, verður telefonin tikin og løgd á skrivstovuna, har hon í samráð við foreldur verður avheintað. 
Næmingarnir hava sjálvir ábyrgdina av telefonum og øðrum elektroniskum útbúnaði. Skúlin heftir ikki fyri brot og burturmistar lutir. 

---

 

Her er framløgan, sum AKT-toymið hevði fyri næmingunum. 

---

Framløga um nýggja reglugerð um telefon-nýtslu við Løkin.  
 
Vísa eitt filmsklipp um fólk, sum koma til skaða e.l., tá tey ganga við telefon.  
 
Tá ið vit síggja filmsklipp sum hesi, kunnu vit flenna, tí løgið sær tað út. Men vit mugu samstundis viðurkenna, at hetta er veruleikin. Kanska tit sjálv hava upplivað okkurt líknandi, ella hava sæð onnur í júst hesum støðunum.  
 
Sakin er, at telefonin fyllir so útrúliga nógv í okkara gerandisdegi. Vit eru vorðin rættiliga bundin at henni. Og her meini eg ikki bert við tykkum næmingar, tí vit vaksnu eru akkurát líka ring. Tá ið vit standa í kø, tá ið vit ikki orka at hugsavna okkum, so taka vit líka telefonina upp, ella tá ið vit keða okkum. Osv osv  
 Vit eru komin har til, at vit duga næstan ikki at liva uttan telefon.   
Myndarøð  
 
Vit hava eina samfelagsliga avbjóðing – ella ein trupulleika, og tað er nú næstan ikki dagur, har onkur klókur sigur okkurt um ovurnýtslu av telefon, og hvørja ávirkan tað hevur á okkum sum menniskju, á okkara relatiónir, á okkara samband við onnur osv. Tað verður dúgliga kannað, og ymiskar eru niðurstøðurnar.    
Ein niðurstøða er, at vit verða einsom – einsamøll 
Mynd av børnum, har øll hugsa sama tanka; ynski um onkran at tosa við! 
Vit samskifta gjøgnum telefon, og við tíðini duga vit minni og minni at samskifta við at hyggja upp á hvønn annan og at vera saman, uttan at telefonin eisini er partur tí.  
Sideskift 
Vit í okkara skúla mugu taka hesa avbjoðing upp. Vit vilja gera okkurt við sakina teir tímarnar, meðan vit eru í skúla. Tí í skúlanum mennast vit ikki bara fakliga, men eisini sosialt. Vit mennast í samspæli við onnur, t.d. okkara floksfelagar, men eisini í samstarvi við onnur, eldri og yngri. Tí skipa vit m.a. fyri øðrvísi skúladøgum viðhvørt. Vit mennast sosialt, tá ið vit samskifta, tosa saman, kjakast, fyrireika eina framløgu saman, spæla saman, hugna okkum saman.   
Tá ið vit ganga eftir gongini í einum fríkorteri, síggja vit næmingar vera saman, tó uttan at vera saman, tí fleiri sita klistrað við høvdinum í sínum egna telefonskermi. Og hetta er tað, sum vit vilja gera okkurt við.  
 
Vit gjørdu í fjør eina reglugerð, har telefonnýtslan var avmarkað eitt sindur. Í ár fara vit strangligari til verka, tí vit meta, at hetta er neyðugt at gera.  
Reglugerðin er rættiliga einføld.  
Reglugerðin vísast upp.  
Í fyrsta lagi siga vit, at telefonin, um hon also kemur við í skúla, skal liggja sløkt í taskuni, hon skal ikki berast í lummanum og kann bert verða brúkt í samráð við lærara.  
Fylgjurnar, um reglugerðin ikki verður fylgd, eru eisini rættiliga einfaldar.   
Niðasta brot vísast upp.   
 
Men hvat skulu vit so gera? Spyrja tit kanska….  
Práta saman 
Spæla kort, td Uno ella Ligretto, ella læra seg Amerikano, Sjavs og onnur spøl.  
Spæla onnur borðspøl, hoppa band, hoppa elastik. Bara hugflogið setir mark.  
Vit fara at heita á tykkum um at taka spøl við heimanífrá, ella keypa saman í flokkunum. Okkara royndir vísa, at tað, tit eiga sjálvi, fara tit betur um.  
Tó ætla vit eisini at keypa ymiskt, sum vit kunnu brúka í fríkorterum, og har kunnu tit koma við ynskjum. Vit fara eisini skjótt at skipa næmingarráðið aftur, og har kunnu vit arbeiða víðari við tí.  
Myndir: næmingar hugna sær saman.