Seinastu tíðindi
6. flokkur á floti - Tiltak í Løkshøll
17. september 2018

6. flokkarnir hava verið á floti við sluppini Westward Ho. Hetta er liður í eini verkætlan har allir 6. flokkarnir kring Skálafjørðin sleppa ein túr við sluppini at fiska. Samstundis er hetta ein kapping um hvør flokkur fær mest.

Í hesum sambandi høvdu tey framløgur í Løkshøll, har tey greiddu frá um túrin. 

Manningin á Westward Ho var eisini til staðar. Okkara næmingar vunnu nemliga fiskikappingina. Í hesum sambandi fekk 6.b handað steyp og Jakobina fekk handað eina serliga gávu, tí at tað var hon, sum fekk stórsta fiskin