Rennidagurin 2018
10. oktober 2018
Árligi rennidagurin var fríggjadagin 10/10.
10. flokkur hevur hvørt ár ábyrgdina av hesum degnum. Tey hava upphiting í skúlagarðinum áðrenn øll fara at renna, og tey standa á teimum ymisku postunum - skráseta hvussu langt næmingar renna, og skráseta tá tey koma aftur.
Í ár var leiðin broytt nakað. Vit runnu til Rituvíkar og aftur. Vanliga renna vit runt Agn, men av tí at tunnilsarbeiði er í Rók ber ikki til at renna her.
Myndir frá rennidegnum liggja í myndasavninum - trýst her