Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 12.10.2018
12. oktober 2018

Seinastu tíðina hava vit arbeitt eitt sindur við heystinum. Vit hava klipt og límað bløð og tosað um seyð, fjøll og fletting. Í sangløtuni elska børnini at syngja "Heystið tað er júst nú komið" í kanon.

Mikudagin 10.10. høvdu vit rennidag saman við øllum hinum í Runavíkar kommunuskúla. Forskúlin rann runt lítla vatn, umleið 3 km. Afturkomin í kantinuna í skúlanum við Løkin fingu vit Twix og sunkist. Hóast onkur ikki orkaði so væl og spurdi eitt sindur uppgevandi: "Nær fara vit at hava gangidag...?", so var dagurin sera góður og væl eydnaður.

Børnini spæla nógv og væl saman og onkur nýggj vinarløg eru eisini komin. Deiligt. 

Í arbeiðsløtum arbeiða børnini sera hugagóð. Seinastu vikurnar hava vit í rokning arbeitt við at skilja ymiskt sundur. Í føroyskum hava vit arbeitt við rím og ramsum.

Góða heystferiu! Vit síggjast aftur 22. okt.

Stór og smá í Uppistovu :)