Seinastu tíðindi
KVEKKIÐ - Nýggja høsnarhúsið við Løkin
29. november 2018

Hósdagin, 29. november, fluttu 7 hønur inn í nýggja høsnarhúsið við Løkin. Hønurnar eru av slagnum "íslendskar landnámshønur", og eru av Skála. 

Høsnarhúsið eitur KVEKKIÐ. Hugskotið til navnið er ljóðið, sum hønurnar gera: 'Kvekk, Kvekk'. Tað er Lena Magnussen í Lamba, sum fann uppá navnið. 

Tað eru næmingar á handaligu breyt í 9. flokki við Hans Toftegaard á odda, sum hava smíðað húsið. 

Næmingar hava eisini hegnað og gjørt uttanumøkið. 

Nú gleða vit okkum at síggja lív í høsnagarðinum komandi tíðina.