Seinastu tíðindi
Jóla-flogbørn :)
17. desember 2018

Í morgun hava vit havt eina sera hugnaliga jóla-flogbørn kapping í Bylgjuni.
Umleið 100 næmingar úr 4., 5. og 6. flokkunum á skúlanum vóru blandaði saman, soleiðis at børnini vóru at liðum tvørtur um flokkar.

Liðini fingu eitt landa navn og eitt nummar, soleiðis at børn við talinum 1 vóru á bana 1, 2 á bana 2 o.s.v.

Eftir at øll fimm londini høvdu spæl móti hvørjum øðrum á sínum vølli, so taldu vit saman og hugdu eftir hvør gjørdist nummar 1, 2, 3, 4 og 5 á teimum ymisku vallunum.

Allir 1-ararnir blivu síðan koyrdir á vøll 1, 2-ararnir á vøll 2 o.s.v.

Á hendan hátt bleiv kappingin eftir pausuna deild eftir styrkini hjá liðunum og harvið fingu tey allatíð javnar dystir í seinna umfarinum.

Børnini og vit lærararnir hildu hetta vera eitt sera væl eydna tiltak, har øll tímdu at vera uppi í, og øll gjørdu sítt til at vit fingu ein hugnaligan og spennandi dag.

Til morgunløtuna í morgin fara vit at kunngera vinnararnar av kappingini. Vit hava eitt land sum vinnara, og av tí at allir vinnararnir frá fyrsta umfari vóru samlaðir á vølli 1, so hava vit valt at vinnarin av tí vøllinum í øðrum umfari gjørdist vinnandi lið.

Takk fyri ein frálíkan dag.

Myndir síggjast undir "Myndasavn" á forsíðuni.