Seinastu tíðindi
Jólahugni - týsdagur
18. desember 2018

Í dag hevur árligi biograf dagurin verið við Løkin. Lærarar høvdu valt 6 filmar, ið blivu vístir í ymiskum skúlastovum.

Hetta er altíð ein góður og hugnaligur dagur, har filmur, popkorn og sodavatn sleppa á skránna.

Dagurin byrjaði tó við morgunløtu í Løkshøll. Serstovan hevði fingið ábyrgdina av at skipa løtuna, og tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá vit siga at hetta var ein av bestu morgunløtunum, sum hava verið í Løkshøll.

Eftir morgunsangin høvdu tey bjóðað Henning Bøgesvang, fyrrverandi presti, at hugleiða um tvey serlig jól hann hevði upplivað. 

Fyrst greiddi hann frá um eini jól í Argentina, har hann hevði verið við einum trúboðara. Spennandi søga um eini jól fyrst sum hjálparfólk á bóndagarði, og síðan uppi í Andesfjøllunum.

Seinna hendingin var um eina hending í New York, har hann eftir at hava verið til guðstænastu bleiv steðgaður av einum motorsúkklu-banda, sum hann í fyrsta umfari trúði ætlaðu at taka lívið av honum, men sum síðan vístu seg at bert at hava áhuga í at hoyra hvat prestur gjørdi, og somuleiðis fekk prestur at vita hví teir hildu jól á mortor súkklu.

Bøgesvang dugir bæði at fortelja og ikki minst at spæla sjónleikin, soleðis, at børnini sótu sum á nálum í ein hálvan tíma. Takk fyri eina spennandi og stuttliga frágreiðing.

Eftir at Henning var liðugur komu Jassarnir á pallin. Fýra ungir dreingir úr 5. flokki hava tikið seg saman til eitt band, sum teir kalla Jassarnir. Áron H. Poulsen, Leivur Lassen, Beinir Grønagarð og Rókur T. Rasmussen hava í út við eitt ár spælt til ymisk størri og smærri tiltøk í Føroyum. Í dag fingu vit í Skúlanum við Løkin møguleikan at hoyra teir live í Løkshøll.

Fittir, sjarmerandi, dugnaligir og í allar mátar flott framførsla fekk veruligt lív í áskoðarafjøldina. Vit gleða okkum til hesir veruliga gerast stóra navnið á føroyska tónleikapallinum. Drívið á dreingir!!!

Eftir góðu løtuna í Løkshøll fóru børnini út í stovurnar til stutta hugnaløtu og matpausu, og frá kl.11 og úteftir var biografur á skránni.

Takk fyri ein sera góðan dag.

Fleiri myndir síggjast undir "Myndir" ovast á síðuni.