Seinastu tíðindi
Jólahugni - mikudagur
23. desember 2018

Mikudagin var síðsti skúladagur 2018

Vit møttust í Løkshøll kl.8, har lærararnir í 8.flokkunum høvdu skipað løtuna.

Noomi fortaldi eina søgu um Brian, sum ikki kendi seg sæddan í skúlanum. Eingin tímdi at spæla við hann, tí hann nyttaði einki serligt til ítrótt. Men ein dag kom ein nýggjur drongur í skúlan. Hesin drongurin vildi fegin spæla við Brian.

Ein dagin gjørdu teir bólka arbeiði, og tá vísti Brian veruliga hvussu kreativur hann var. Hetta gjørdi at Brian fekk vinir í skúlanum.

Síðan høvdu vit eina lítla spurnarkapping, har børnini skuldu gita hvat orðið merkti. Lærararnir høvdu gjørt tríggjar frágreiðingar til hvørt orðið, og so skuldu børnini reisa seg til tað svarið tey hildu vera rætt. Eitt stuttligt og øðrvísi spæl.

Dan Lamhauge hevði síðan leita runt á heimasíðu skúlans, eins og á Facebook, og funnið fram ymiskt sum er hent í 2018. Hóast vit kanska ikki geva tí gætur til dagligt, so hendur ótrúliga nógv ígjøgnum eitt skúlaár.

Fyrr í vikuni komu Sæunn Nolsøe og Einar Tróndargjógv frá Bank Nordik í skúlan. Tey vildu geva skúlanum eina jólagávu. Tey høvdu keypt Ligretto spøl og Partners spøl, soleiðis at børnini kunnu sita og spæla bæði í fríkorterinum, og eisini inni í flokkunum.

Síðst á skránni var at dansa jólatræ og hoyra søgu.

Jónsvein samlaði øll børnini og fortaldi um hvussu lítla barnið sum bleiv føtt skapti frið og kærleika í bygdini. Søgan var ikki beinleiðis um Jesus, men var skrivað nakað sum søgan um føðing Jesusar.