Seinastu tíðindi
100-daga-veitslan hósdagin 24. januar 2019
25. januar 2019

Hósdagin 24. januar var dagur nr. 100 í forskúlanum, og tað hátíðarhildu vit við lít. Í døgunum frammanundan høvdu børnini funnið upp á ymiskt, tú kundi gera, ið hevði við talið 100 at gera. Hetta gjørdu vit so hósdagin. M.a. kundi tú hoppa 100 ferðir, lofta við einum bólti 100 ferðir, bólta rút 100 ferðir, rulla runt á einari mottu 100 ferðir, renna um ein stól 100 ferðir, klappa 100 ferðir, hoola 100 ferðir, ringla við einum terningi upp í 100, skriva talið 100, lakka 100 ferðir, sparka ein bólt 100 ferðir o.s.fr. Harumframt gjørdu vit hálsbond við 100 Cheerios, ótu pitsu, drukku saft og sungu sangir við talinum 100 í saman við øllum hinum børnunum í Glyvra skúla. Vit høvdu ein hugnaligan og stuttligan hundraðdagadag, og her er ein hópur av myndum frá degnum.

Gott vikuskifti!